Eik 25 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár

Eik 25 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár
Bankin rindar aftur eina milliard í láni, sum danski staturin veðheldur fyri, við tøkum peningi
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, er væl nøgdur við hálvársúrslitið hjá Eik Banka. Hann sigur, at bankin heldur fast við útlitini um avlop í ár.

28.08.2012 - 17:33

Eik hevði góðar 25 milliónir krónur í avlopi fyrra hálvár eftir skatt. Fyri skatt er úrslitið góðar 31 milliónir. Fíggjarstøðan javnvigar við átta milliardum krónum, og eginpeningurin er 1,3 milliardir.

Útlánini fyrra hálvár vóru slakar fimm milliardir krónur, ella tað sama sum við ársenda í 2011. Eik sigur, at minkingin í útlánum er steðgað, men innlánini, 6,4 milliardir, eru eitt vet hægri enn við ársenda í fjør.

Rinda lán aftur

Solvensurin er 22,5 prosent og tøki peningurin nærum tríggjar ferðir lógarkravda minstamarkið. Tí ber til við tøkum peningi at rinda aftur eina milliard krónur, sum er eftir av skuldini, ið danski staturin veðheldur fyri.

Fyrra hálvár hevur bankin framt niðurskrivingar fyri 46,4 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið er tí framvegis merkt av niðurskrivingum upp á ognir, sum vórðu yvirtiknar frá gamla Eik Banka.

- Fyrra hálvár hevur hilnast væl, og Eik heldur fast við útlitini um avlop í 2012, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365