- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stríð um hús endaði við álopi á Pidda
Stríð um hús endaði við álopi á Pidda
Í dag verður ákærdi maðurin avhoyrdur. Mentalkanningin vísir, at hann var ikki sinnissjúkur, tá hann skal hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen

Ákærdi maðurin er úr Kroatia. Hann kom til Føroya í 2007, og seinni rann saman millum hann og fyrrverandi konu Dánjal Petur Hansen.
06.11.2012 - 09:07
Tað var stríðið um húsini á Gerðisvegi í Saltangará, sum endaði við álopinum á Dánjal Petur Hansen í húsunum tann 4.november í fjør.
Tað er niðurstøðan hjá ákæruvaldinum.
Dánjal Petur Hansen og kona hansara blivu skild við dómi í oktober í 2010. Hon var tinglýstur eigari og vildi selja húsini á Gerðisvegi, men Dánjal Petur vildi ikki selja.
16.september í fjør byrjar tað, sum sambært ákæruvaldinum endaði við drápinum. Tá vil Dánjal Petur Hansen keypa fyrrverandi konu sína út úr húsunum fyri 115.000 kr. Nakrar dagar seinni svarar hon nei.
11.oktober gevur hon Dánjali Peturi júst sama tilboð, hon vil keypa hann út fyri 115.000 kr. Hann svarar ikki. 2.november rykkir sakførarin hjá Dánjali Peturi hann eftir svari. Hann svarar ikki. Tveir dagar seinni verður hann, sambært ákæruvaldinum, fyribeindur, tí hann vildi ikki fara úr húsunum á Gerðisvegi.
Ákærdi maðurin og fyrrverandi konan hjá Dánjali Peturi Hansen royndu at keypa eini onnur hús í Runavík, men tað lukkaðist ikki.
Føddur í Kroatia
Ákærdi maðurin er føddur í Split í Kroatia í 1979. Sambært tí, sum ákærin upplýsti í nevningatinginum í gjár, hevði hann ein góðan barndóm. Hann hevur gjørt hertænastu, men ikki verið í kríggi. Maðurin er mekanikari.
Í 2007 kemur hann til Føroya, tí systir hansara og maður hennara eru her. Hann er ógiftur og barnleysur. Í mars 2008 fær hann arbeiðsloyvi og fær arbeiði sum maskinførari hjá J& K Petersen. Í oktober í 2009 fær hann arbeiði á Bakkafrosti.
Síðst í mai í fjør rennur saman millum hann og fyrrverandi konuna hjá Dánjali Peturi Hansen. Tað var eftir at hava avhoyrt konuna tann 12.november í fjør, at politiið fekk illgruna um, at ein brotsgerð var hend.
Dagin eftir, 13.november, fær kriminalpolitiið Piddamálið, sum fram til tá var eitt mál um eitt saknað fólk sum so nógv onnur slík mál.
Lagdur inn á Landssjúkrahúsið
Um kvøldið verður kroatin avhoyrdur fyrstu ferð, á Landssjúkrahúsinum, har hann varð innlagdur dagin fyri, tí hann small um á arbeiðsplássi sínum, Bakkafrosti. Tann avhoyringin styrkti illgrunan hjá politinum. Politiið tryggjaði sær, at maðurin ikki fór av sjúkrahúsinum, uttan at politiið fekk tað at vita.
Á middegi 15.november boðar Landssjúkrahúsið frá, at maðurin skal útskrivast. Klokkan seks um kvøldið verður maðurin handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen.
Sambært mentalkanningini er ákærdi maðurin ikki sinnissjúkur, og var tað heldur ikki, tá hann skal hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen. Hann er, sum tað stendur í niðurstøðuni normalt begavet.
Nevningatingið heldur fram klokkan eitt korter til tíggju. Tá skal ákærdi maðurin avhoyrast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















