- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
Funnist verður at tilmælunum frá nevndini, og politikarar hava longu boðað frá, at teir taka ikki undir við teimum

Finn Danberg er formaður í Nýskipanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.11.2026 - 08:50
Nýskipanarnevndin kom fyrradagin við nýggjum tilmælum.
Hon mælir til at lækka aðalráðini niður í seks - eins og undanfarna nevnd gjørdi.
Nevndin mælir eisini til at strika 10. flokk og at leggja undirsjóvartunlarnar og P.f. Tunnil í eitt felag, við einari nevnd, leiðslu og fyrisiting.
Men longu nú hava fleiri atfinningarsamar røddir verið at hoyra, eisini av politikarum, sum siga seg ikki vilja taka undir við tilmælunum.
Í Breddanum í dag spyrja vit, um hesi trý tilmælini vera gjørd til veruleika.
Vit tosa millum annað við formannin í Nýskipanarnevndini, formannin í Búskaparráðnum, og løgmaður verður gestur í útvarpsstovuni.
Breddin klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























