Horvni maðurin endaði sum kriminalmál

Horvni maðurin endaði sum kriminalmál
Piddamálið er eitt sera óvanligt kriminalmál, tí ein maður er ákærdur fyri dráp, hóast einki lík er funnið
Nú er meira enn eitt ár liðið, síðani Dánjal Petur Hansen úr Runavík hvarv. Ein maður er ákærdur fyri at dripið Pidda, men einki lík er funnið.
 
07.11.2012 - 11:40
Tað byrjar tann 8.november sum eitt heilt vanligt mál um eitt horvið fólk. Men fimm dagar seinni, tann 13.november í fjør, gerst Piddamálið eitt kriminalmál.
 
Eitt sera óvanligt kriminalmál, tí ein maður er ákærdur fyri dráp, hóast einki lík er funnið. 
 
Klokkan 12 minuttir yvir trý fríggjanáttina 4.november í fjør ringir Dánjal Petur Hansen til ein kenning. Telefonsamrøðan endar klokkan ein minutt yvir hálvgum fýra. Tað er tað seinasta, politiið veit at siga um Dánjal Petur Hansen á lívi.
 
Seinast, nakar sá hann á lívi, sum politiið veit um, var klokkan átta um kvøldið. Tá fór ein vinmaður hansara úr húsunum á Gerðisvegi. Tað er ikki staðfest, at 43 ára gamli vinnulívsmaðurin í Saltangará er deyður. 
 
Horvin í fleiri dagar
 
Nakrar dagar seinni, klokkan fýra minuttir yvir hálvgum tvey týsdagin 8.november, ringir ein mammubeiggi Dánjal Petur Hansen til politiið og sigur, at Dánjal Petur Hansen hevur verið horvin síðani 4.november.
 
Dagin fyri, tann 7.novmber, skuldi Dánjal Petur Hansen koma í varðhaldið at sita ein dóm. Politiið viðger málið sum øll mál um fólk, sum eru saknað, og tey eru ikki so fá. Staðfest verður, at Dánjal Petur Hansen er ikki farin av landinum. 
 
Týskvøldið 8.november verður Dánjal Petur Hansen eftirlýstur í Útvarpinum. Dagin eftir, 9.november, er politiið inni á gólvinum á Gerðisvegi, har sum Dánjal Petur Hansen búði. Politiið finnur pengamappuna, visakort og koyrikort, men ikki passið.
 
Konturnar hjá Dánjali Peturi Hansen verða kannaðar. Har er einki hent síðani seinnapartin 3.november. 
 
Leiting sett í verk
 
9.november verður so ein skipað leiting eftir Dánjali Peturi Hansen sett í verk. Fartelefonin hjá honum verður tendrað seinnapartin hendan dagin, men sløkt aftur med alla sama dag. 
 
Politiið frættir frá 300 fólkum um Dánjal Petur Hansen eftir at hann er eftirlýstur. 11.november sær politiið okkurt sum líkist blóði á myndini av einum beriposa, sum stóð í kjallaranum á Gerðisvegi.
 
12.november smellur maðurin, sum nú er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, um á arbeiðsplássi sínum og verður koyrdur á Landssjúkrahúsið.
 
Um kvøldið avhoyrir politiið vinkonuna hjá honum, hon er fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, og fær tá illgruna um, at Dánjal Petur Hansen hevur verið fyri einari brotsgerð.
 
Maður tikin
 
Seint um leygarkvøldið 12.november er fundur á Politistøðini í Havn. Dagin eftir fær kriminalpolitiið Piddamálið. Nú er ikki longur talan um eitt mál um eitt horvið fólk. Sunnukvøldið 13.november avhoyrir politiið fyri fyrstu ferð mannin, sum nakrar dagar seinni varð tikin og skuldsettur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen. 
 
Illgrunin verður styrktur, tí hansara frágreiðing er ikki tann sama sum tann hjá vinkonu hansara. 14.november tekur poltiið Skoda-bilin, sum maðurin, sum nú er undir illgruna, brúkti. Dagin eftir verður mamma Dánjal Petur Hansen avhoyrd.
 
Týsdagin á middegi ringir Landssjúkrahúsið til politiið og boðar frá, at nú skal maðurin útskrivast. Hann verður avhoyrdur og tann avhoyringin ger, at maðurin klokkan seks týskvøldið tann 15.november verður handtikin og skuldsettur fyri manndráp. 
 
Noktar seg sekan
 
Kvøldið eftir er grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan, men verður varðhaldsfongslaður. Og síðani hevur hann verið í varðhaldinum.
 
Dagin fyri, 15.november, sendir politiið boð eftir teknikarum hjá Ríkispolitinum. Klokkan hálvgum sjey um kvøldið verða húsini á Gerðisvegi avbyrgd, so bara politiið sleppur inn. 16.november byrja kanningarnar í húsunum. Og kanningarnar geva nógvar ábendingar um, hvat er hent í sovikamarinum hjá Dánjali Peturi Hansen. Og at roynt hevur verið at vaska blóðið burtur.
 
Húsini, sum skuldsetti maðurin leigar á Nesvegi á Nesi, verður eisini kannað, og har eins og í Skoda-bilinum, finnur politiið nógv, sum verður brúkt móti skuldsetta manninum fyri at fáa hann dømdan.
 
Tann 19.november verður heimið hjá fyrrverandi konu Dánjal Petur Hansen kannað, men har verður einki funnið. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Upp á tá - 121225
201455
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392