- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærin tægaði sundur frágreiðingar um telefonir
Ákærin tægaði sundur frágreiðingar um telefonir
Ákærdi í Piddamálinum sigur seg ikki vita, hví DNA av sær er á telefonini hjá Pidda
08.11.2012 - 16:22
Stig fyri stig hevur ákærin, Linda Hesselberg, í dag tægað sundur frágreiðingar, sum ákærdi maðurin higartil er komin við, bæði tá politifólk í ferðaliðnum hava avhoyrt hann, og tá hann er avhoyrdur í rættinum.
Ákæruvaldið hevur millum annað upplýsingar frá telefeløgunum, nær ákærdi hevur tosað í telefon ella sent sms-boð. Og júst onnur telefonin hjá Pidda, har DNA frá ákærda er funnið, varð viðgjørd í nevningatinginum seinnapartin. Politiið fann telefonina heima hjá ákærda tann 2.februar.
Skrásett við Norðoyatunnilin
Sambært einum yvirliti yvir tær sendimastrar, sum telefonin hevði samband við, var telefonin við Norðoyatunnilin tíðliga fyrrapartin tann 4.november, nakrar tímar eftir, at Piddi brúkti hana seinastu ferð um náttina.
Telefonin hjá ákærda var eisini har. Og ákærdi hevur fyrr greitt frá, at hann var í Norðoyatunlinum tann fyrrapartin fyri at vita, um hann kundi fáa greiði á, hvat Skodabilurin, sum varð stolin um náttina, hevði gjørt í tunlinum.
Á Nesi og Gerðisvegi
Seinni sama fyrrapart var telefonin hjá Pidda knýtt at einari mastur, sum dekkar Nes, har sum ákærdi búði. Og trý korter seinni var telefonin við Gerðisveg. Tíggju minuttir seinni aftur á Nesi. Har verður hon sløkt klokkan ein minutt í ellivu fyrrapartin 4.november.
Fimm dagar seinni, tann 9.november, verður telefonin tendrað aftur eina løtu, men síðani sløkt med alla. Ákærdi segði í gjár, at hann hevði nortið telefonina hjá Pidda. Tí hevur hann avgjørt víst aftur fyrr, og tað gjørdi hann so eisini í dag.
Hann veit ikki, hví hansara DNA er á telefonini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV