- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg trúði tí, hann segði
- Eg trúði tí, hann segði
Fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, Pidda, hevur í morgun váttað tað, sum ákærdi hevur sagt um royndirnar at keypa eini hús
12.11.2012 - 10:33
Ákærdi vildi sleppa at orna alt kring keypið av einum húsum sjálvur, og unnustan, fyrrverandi kona Pidda, trúði honum, tá hann segði henni, hvussu húsakeypið gekk.
Hetta váttaði fyrrverandi kona Pidda, tá hennara vitnisfrágreiðing byrjaði í morgun. Hon váttaði tað, sum ákærdi í farnu viku segði, um ætlanirnar fyrst at keypa eini hús á Mýrisvegi í Runavík, og seinni húsini á Gerðisvegi 34.
Hon kundi eisini vátta, at ákærdi hevði fortalt um fundir við sakførarar og onnur um húsakeypið. Ákærdi váttaði í farnu viku, at meginparturin av hesum ikki passar, og at tað var nakað, sum hann hevði sagt við hana, tí hann ynskti at hjálpa henni.
Fekk illgruna
Fyrrverandi kona Pidda, sum nú eisini er fyrrverandi unnustan hjá tí ákærda, kundi eisini greiða frá, at ákærdi hevði tosað um, at stjórin á Bakkafrosti, Regin Jacobsen, skuldi hjálpa teimum.
Hon greiddi frá, at hon ikki slapp at síggja nakað av tí, sum tann ákærdi fortaldi henni. Hann vildi sleppa at orna alt sjálvur, uttan at hon slapp at síggja nakað.
Ákærdi skal hava sagt við unnustuna, at hann hevði gjørt eina avtalu við sakførara og Pidda um, at Piddi skuldi flyta úr húsunum tann 1.november 2011. Tá hetta ikki hendi, fekk hon illgruna um, at okkurt ikki var, sum tað átti.
Tann 3. november var fundur millum ákærda, sakførara og Pidda. Náttina til 4. november skal ákærdi hava dripið Pidda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV