- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvør sá Pidda seinast?
Hvør sá Pidda seinast?
Fleiri siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen eftir at hann sambært løgregluni var tikin av døgum. Hesa vikuna skulu hesi vitna.
12.11.2012 - 09:38
Millum tey nógvu vitnini, sum skulu avhoyrast í Piddamálinum í hesari vikuni, eru fólk, sum siga seg hava sæð Pidda eftir at hann, sambært politinum, varð fyribeindur tíðliga fríggjamorgunin 4.november í fjør.
Tíggju fólk, sum siga seg hava sæð Pidda fríggjadagin 4., leygardagin 5. ella sunnudagin 6.november, eru biðin um at koma í nevningatingið mikudagin.
Fyrsta vitnið, sum verður avhoyrt í dag, er fyrrverandi kona Pidda, sum gjørdist unnusta ákærda í mai í fjør. Spurningurin er, um hennara frágreiðing fer at stuðla upp undir ástøðið hjá ákæruvaldinum ella frágreiðingina hjá ákærda.
Starvsfelagar skulu avhoyrast
Vitni skulu siga satt í rættinum, tá tey verða avhoyrd. Fólk, sum eru skuldsett ella ákærd, kunnu afturímóti siga ósatt so nógv sum teimum lystir. Onnur vitni, sum verða avhoyrd, verða spurd um, hvat Piddi gjørdi dagarnar fyri 4. november.
Starvsfelagar á Bakkafrosti verða avhoyrdir, og vitni verða avhoyrd um royndina hjá ákærda at keypa eini hús á Mýravegi í Runavík og royndina at fáa húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará.
Ein skógvur
Starvsmaðurin hjá Landsverki, sum fann ein skógv í Norðoyatunlinum, verður eisini avhoyrdur. Sambært politinum er talan um ein skógv hjá Dánjal Petur Hansen, Pidda.
64 fólk eru biðin um at koma í nevningatingið at vitna. Millum annað koma fólk úr Danmark, Norra og Grønlandi. Tvey vitni skulu avhoyrast tvær ferðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV