- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdi uppfann ein advokat
Ákærdi uppfann ein advokat
Ákærdi í Piddamálinum skapti ein advokat, tá hann billaði unnustuni inn at hann var í ferð við at keypa húsini á Gerðisvegi.

Ákærdi í Pidda-málinum uppfann bæði navn og telefonnummar til ein advokat sum ikki er at finna í Føroyum.
13.11.2012 - 10:28
Uppfunni advokaturinadvokat við fullum navni, bústaði og telefonnummari, tá hann billaði kvinnuni, sum tá var unnusta hansara, inn, at hann var í ferð við at keypa húsini á Gerðisvegi. Hetta kom fram í rættinum ígjár.
Jónfinn Thomsen, advokatur, gjørdist ikki sørt bilsin, tá hann frætti, at fyrrverandi konan hjá Dánjali Peturi Hansen, Pidda, skuldi flyta í húsini á Gerðisvegi 34 í Saltangará, og at Piddi skuldi úr húsunum.
Tí Jónfinn Thomsen var advokatur hjá konuni, og hann visti av ongum. Tað segði hann í nevningatinginum í gjár, tá hann varð avhoyrdur sum vitni.
Ókendur advokatur
Tá hann spurdi, hvør advokaturin var, sum hevði fingið hetta í lag, fekk hann at vita, at advokaturin eitur Jens Poulsen og býr í Skálafirði. Hann fekk enntá telefonnummarið hjá honum, 218003.
Navn, bústað og telefonnummar fekk hann frá fyrrverandi konu Pidda. Hon hevði tey frá ákærda í drápsmálinum. Og, at Jens Poulsen var advokatur hjá Bakkafrosti, har sum ákærdi arbeiddi.
Var Jónfinn Thomsen bilsin frammanundan, gjørdist hann ikki minni bilsin nú. - Eg haldi meg kenna allar advokatar í Føroyum. Men hendan hevði eg ongantíð hoyrt um, segði Jónfinn Thomsen.
Mælti frá at keypa húsini
Hann ringdi til Føroya Tele fyri at vita, um nummarið 218003 var tøkt. Tað var tað. Altso hevði eingin Jens Poulsen tað nummarið.
Jónfinn Thomsen segði eisini, at hann mælti fyrrverandi konu Pidda frá at keypa húsini á Gerðisvegi fyri 115.000 kr. og taka við skuldini í húsunum, sum var 1,3 milliónir krónir.
Tað var ov stórur biti fyri einsamalla mammu við fimm børnum, helt advokaturin. Í øllum førum vildi hann fyrst hava skjalprógvaða váttan frá banka um fígging. Slíka váttan sá hann ongantíð.
Var ikki at finna nakrastaðni
Og Jens Poulsen, advokatur. Eisini politiið leitaði eftir honum, uppi og niðri á netinum, men har var eingin Jens Poulsen, advokatur í Skálafirði, at finna.
Piddi og kona hansara blivu skild við dómi seint í oktober 2010. Men búgvið eftir hjúnaskilnaðin var ikki liðugt viðgjørt í Skiftirættinum, tá Piddi hvarv stívliga eitt ár seinni.
Semja var ikki um, antin búgvið skuldi vera alment skifti ella privat skifti.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV