- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ivast ikki í at tey hava sæð Pidda
Ivast ikki í at tey hava sæð Pidda
11 fólk hava sæð Dánjal Petur Hansen, Pidda, dagarnar eftir, at Piddi sambært politinum er deyður.
14.11.2012 - 20:18
Eingin teirra ivast tað minsta í, at tað var Piddi, tey sóu fríggjadagin 4.november ella leygardagin 5.november í fjør.
Vitnini vóru eisini nøkunlunda samd um, hvussu Piddi var klæddur, tá tey sóu hann. Tey flestu søgdu eisini, at Piddi haltaði:
Piddi haltaði, tí hann hevði fingið skaða um borð á skipi, og var tí illa gongdur um tað mundið, hann hvarv.
Eingin ivi hjá vitnunum
Seks kvinnur og fimm menn eru ikki í iva. Tey sóu Pidda fríggjadagin 4. ella leygardagin 5.november, dagar, sum Piddi var deyður, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum í nevningatinginum.
Fólkini, sum vórðu avhoyrd sum vitni seinnapartin, eru ikki í minsta ivi um, at tað var Piddi, tey sóu. Bara eitt vitni ivaðist eitt sindur í, um tað var hósdagin 3.november ella 4.november, hon sá Pidda við handilin Colorama, har sum onnur vitni eisini sóu hann.
Onnur sóu Pidda á Gerðisvegi, har hann búði. Hann er sæddur við ítróttarhøllina í Runavík, við rundkoyringina í Runavík. Og eitt vitni segði, at hon hevði hjálpt Pidda við at leita eftir piparsós í Bónusi stutt fyri døgurða leygardagin 5.november.
Líkist nógv Pidda
Politiið hevur kannað øll keyp í Bónusi hendan dagin, men einki samsvarar við tað, sum vitnið segði, at Piddi ætlaði at keypa.
Tað kom fram, at ein maður í Saltnesi líkist nógv Pidda, og fólk, sum politiið hevur tosað við, hava hildið tann mannin vera Piddi.
Men einki vitni, sum varð spurt um júst hetta í dag, segði, at tey fóru skeiv. Tað var Piddi, tey sóu, eingin ivi um tað.
Seinasti sum prátaði við Pidda
Verjin hjá ákærda manninum bað tey 11 fólkini geva vitnisfrágreiðing fyri at royna at sannføra nevningarnar um, at uppáhaldið hjá ákæruvaldinum er skeivt. Piddi hvørki doyði ella hvarv tíðliga fríggjamorgunin 4.november 2011.
Í morgin verður maðurin, sum Piddi ringdi til fríggjanáttina 4.november millum klokkan trý og hálvgum fýra avhoyrdur.
Hann er tann seinasti, sambært framløguni hjá ákæruvaldinum, sum hevur havt samband við Pidda umframt mannin, sum er ákærdur fyri at hava beint fyri Pidda.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV