Eitt ár síðani ákærdi varð handtikin

Eitt ár síðani ákærdi varð handtikin
Nevningatingið í Pidda-málinum skal eftir ætlan vera liðugt fríggjadagin í næstu viku, men enn eru nógv vitni eftir at avhoyra
Maðurin, sum er ákærdur í Pidda-málinum, varð handtikin fyri júst einum ári síðani, og hann verður verið varðhaldsfongslaður síðani.
 
15.11.2012 - 08:44
Í dag er eitt ár síðani, at ein 32 ára gamal maður varð handtikin og skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Peturi Hansen í Saltangará.
 
Dagin eftir, tann 16.november í fjør, var grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Hon vardi í nakrar tímar og endaði við, at  skuldsetti maðurin varð varðhaldsfongslaður. Og hann er framvegis varðhaldsfongslaður.
 
Nevningating
 
Av tí at brotsgerðirnar, sum maðurin nú er ákærdur fyri, kunnu geva fongsulsrevsing í fýra ár ella meira, um maðurin verður dømdur, er nevningating mannað at gera av, um maðurin er sekur ella ikki.
 
Nevningatingið byrjaði mánadagin í farnu viku. Tað skal eftir ætlan vera liðugt fríggjadagin í næstu viku. Enn eru nógv vitni eftir at avhoyra.
 
Fyrrapartin í dag verða løgreglufólkini, sum vóru biltúr við ákærda manninum í juli, avhoyrd. Tað var fyri teimum, at maðurin segði seg hava sæð tveir menn grava okkurt niður tíðliga ein morgun í Neshaga, við brotnu mylluna hjá SEV. Tað var í november í fjør, millum 6. og 12.november. 
 
Hundur ella seyður
 
Ákærdi maðurin hevur sagt í nevningatinginum, at tað var neyvan fólk, sum menninir gróvu niður. Tað var minni enn eitt fólk, kanska var tað ein hundur ella ein seyður, helt ákærdi.
 
Politiið fekk servandar hundar úr Danmark at leita í Neshaga, og grivið varð har, sum ákærdi segði seg hava sæð menninar grava. Men einki varð funnið.    
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477