Ákærdi: Piddi var grivin í Neshaga

Ákærdi: Piddi var grivin í Neshaga
Tá løgreglan var biltúr við ákærda, segði hann, at Piddi var grivin í Neshaga. Seinni segði hann, at talan var um ein hund ella seyð
Løgreglan koyrdi ákærda mannin biltúr í summar, og tá segði ákærdi, at Piddi var grivin í Neshaga.
 
15.11.2012 - 16:25
17.juli í ár er ein serligur dagur í drúgvu søguni um Piddamálið.
 
Tann dagin koyrdu tveir politistar ein langan biltúr við ákærda manninum. Maðurin segði, hvagar hann vildi fara. Tey vóru á Selatrað, á vegnum út á Hagaleitið við Leirvík og í Neshaga.
 
Piddi grivin
 
Í Neshaga sigur ákærdi so, at á einum av teimum trimum støðunum, tey høvdu verið, er hann, sum hann sigur, grivin. Hann sigur ikki Piddi, men politistarnir ivast ikki í, at tað er Piddi, hann tosar um.    
 
Seinni sigur hann so neyvt, hvar Piddi skal liggja grivin, og teknar staðið. Politiið fær nakrar tekningar frá honum. Eina viku seinni eru tey aftur í Neshaga. Ákærdi maðurin endurtekur, hvar Piddi er grivin.
 
Servandir hundar
 
Politiið letur ikki orðini hjá ákærda fara aftur við borðinum. Boð verða send eftir servandum hundum úr Danmark, enntá tvær ferðir, at leita í Neshaga. Grivið verður eisini. Men einki er at finna.
 
Seinni hevur ákærdi maðurin so sagt, at hann tíðliga um morgunin 6.november í fjør sá tveir menn grava okkurt niður í Neshaga. Men tað var ikki eitt fólk eftir støddini at døma. Helst gróvu teir ein hund ella ein seyð, helt ákærdi, tá hann varð avhoyrdur í nevningatinginum. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254