Kunnu ikki staðfesta at Piddi er deyður

Kunnu ikki staðfesta at Piddi er deyður
Ein serkønur kriminalmaður segði í nevningatinginum í dag, at ein ógvislig hending hevur verið á Gerðisvegi 34 í Runavík
Ein ógvislig hending hevur verið á Gerðisvegi 34, men tað ber ikki til at staðfesta, at Piddi er deyður, segði ein serkønur kriminalmaður í nevningatinginum í dag.
 
16.11.2012 - 15:48
Tað ber ikki til hjá okkum at staðfesta, at Dánjal Petur Hansen, Piddi, er deyður. Tað einasta, vit hava, er nógv blóð frá honum og eitt skarð í songini. Og vit vita, at ein ógvislig hending hevur verið á Gerðisvegi 34.
 
Tað var niðurstøðan hjá øðrum kriminalpolitistinum, sum í dag varð avhoyrdur í nevningatinginum.
 
Anfinn V. Hansen, verji hjá ákærda, spurdi, um objektivt ber til at siga, at Piddi er deyður. 
 
Nógv blóð
 
Kriminalmaðurin er serkønur í at kanna blóð á støðum, har sum brotsgerðir eru framdar. Hann hevur kannað húsini á Gerðisvegi 34, sum Piddi búði í, Skoda Fabia bilin, sum ákærdi maðurin brúkti av og á, og húsini á Nesvegi 73, har sum ákærdi búði.
 
Alla staðni var blóð, nógv blóð. 
 
Í hjallinum á Nesvegi fann politiið eitt dýnuvor. Í tí vóru lak, dýna, koddi, tveir jakkar, einar buksur og ein troyggja. Blóð var á øllum. Eisini á einari skjúrtu, sum sambært kanningini, eingin hevur verið í. Ástøðið hjá politinum er, at skjúrtan lá í sovikamarinum hjá Pidda. 
 
Panna í dýnuvorinum
 
Ein panna og skaftið vóru eisini í dýnuvorinum. Í stovuni á Nesvegi fann politiið einar skógvar, har DNA, bæði frá Pidda og ákærda, varð funnið. 
 
Verjin vildi hava at vita, um til ber at siga, at alt blóðið stavaði frá sama degnum. Kriminalmaðurin svaraði, at teirra meting er, at okkurt ógvisligt er hent í sovikamarinum, og haðani er eitt fólk drigið niður í bilhúsið og upp í Skoda bilin. Ástøðið er, at blóðslóðin sigur, at hetta er alt hent um somu tíð.
 
Spurdur, um eitt lík kann bløða, svaraði serkøna vitnið, at verður eitt lík, sum hevur eitt nú hol á høvdinum, lagt niður, ger trýstið, at blóð lekur úr sárinum.
 
Hann segði, at teknikararnir hjá politinum komu ikki í húsini á Gerðisvegi fyrr enn 16.november, 12 dagar eftir, at Piddi skal vera fyribeindur har. Fólk hava verið í húsunum hesar dagarnar, har er vaskað, og tað gjørdi kanningarnar torførari.   
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254