- Tíðindi, mentan og ítróttur
Unnustan var eisini undir illgruna
Unnustan var eisini undir illgruna
Í fyrstani var fyrrverandi kona Pidda eisini undir illgruna, men tað var skjótt, at løgreglan útilokaði henda møguleikan
19.11.2012 - 16:04
Í fyrstani var fyrrverandi kona Pidda og táverandi unnustan hjá manninum, sum fyrst varð skuldsettur og seinni ákærdur fyri at hava dripið Pidda, eisini undir illgruna.
Men tað varð heilt skjótt, at hon varð útilokað, og bara tann eini var eftir, sum var undir illgruna. Orsøkin til, at bæði vóru undir illgruna í fyrstani, var tann, at bæði vóru í húsunum á Gerðisvegi 34 tann 4.november, dagin eftir, at Piddi hvarv.
Hetta upplýsti Lars Coops í ferðaliðnum hjá løgregluni, tá hann varð avhoyrdur í nevningatinginum seinnapartin.
Eingin illgruni um onnur
Anfinn V. Hansen, verjin hjá ákærda manninum, spurdi, um politiið ongantíð hevði hugsað um, ella arbeitt við øðrum møguleikum enn, at ákærdi maðurin hevur dripið Pidda. Lars Coops svaraði, at politiið hevur ikki funnið nakað, sum kann varpa illgruna á onnur.
Í morgin er frídagur hjá nevningatinginum. Men mikudagin verður farið undir at leggja fram øll skjølini og prógvini í málinum, tað sum á rættarmálinum verður rópt dokumentasjón.
Ákærin leggur fram alt, sum sambært henni kann fáa nevningarnar at døma ákærda mannin. Verjin leggur fram tað, sum skal fáa mannin frídømdan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV