- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómurin í Pidda-málinum verður ikki kærdur
Dómurin í Pidda-málinum verður ikki kærdur
33 ára gamli Milan Kolovrat er dømdur 14 ára fongsulsrevsing og verður vístur úr Føroyum fyri lívið

Nú er greitt, at dómurin, sum varð sagdur í nevningatinginum í Pidda-málinum, verður ikki kærdur til landsrættin.
21.12.2012 - 11:47
Hvørki ákæruvaldið ella Milan Kolovrat kæra dómin í Pidda-málinum til landsrættin.
Tað er greitt, eftir at kærufreistin var úti í gjár.
Anfinn V. Hansen, advokatur hjá Milan Kolovrat, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at Milan Kolovrat, ið varð dømdur 14 ára fongsulsrevsing fyri at hava dripið og beint fyri líkinum av Dánjali Peturi Hansen, Pidda, vil ikki skjóta dómin inn fyri hægri rætt.
Spurdur, hví 33 ára gamli kroatin ikki vil brúka brúka kærumøguleikan, sigur Anfinn V. Hansen, at Milan Kolovrat hevur sagt, at hann er troyttur av at sita í einum rættarhøli.
Vístur úr Føroyum
Umframt 14 ára fongsulsrevsingina er Milan Kolovrat vístur úr Føroyum fyri lívið, og hann er eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin. Harafturat skal hann gjalda sjey fólkum, millum annað døtrunum hjá Dánjali Peturi Hansen, knappliga 700.000 kr. í endurgjaldi.
Linda Hesselberg, ákæri, segði alt fyri eitt, tá dómur varð sagdur í Pidda-málinum, at hon var nøgd við dómin, hóast hon kravdi 16 ára fongsulsrevsing.
Milan Kolovrat situr enn í Mjørkadali. Leitað verður nú eftir einum plássi til hansara í einum fongsli í Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























