128 fólk hava tørv á røktarheimi alt fyri eitt

128 fólk hava tørv á røktarheimi alt fyri eitt
Bara í Vágum og Norðstreymi bíðar eingin eftir røktarheimsplássi, fekk trivnaðarnevndin at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í gjár
Bara í Vágum og í Norðstreymi stendur eitt null í teiginum "akut." Henda myndin er av ellis- og røktarheiminum í Miðvági.

14.06.2013 - 08:58

128 fólk, sum hava fyri neyðini at sleppa á røktarheim alt fyri eitt, eru á bíðilista.

Tað fekk Trivnaðarnevndin at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum í gjár.

Treytin fyri at sleppa á røktarheim er, at fólk hava brúk fyri varandi røkt, at onkur er um tey alla tíðina. 128 fólk, sum hava brúk fyri fullari hjálp, bíða eftir plássi á røktarheimi.

Eingin bíðar í Vágum og Norðstreymi

Bara í Vágum og Norðstreymi stendur eitt null í teiginum "akutt." Har bíðar eingin eftir plássi, sambært svarinum hjá Anniku Olsen. Á bíðilistanum til røktarheimini eru skrásettar 582 umsóknir. Umframt tær 128 akuttu eru 93 undir yvirskriftini tung, 172 eru løtt og 189 umsóknir eru ikki aktuellar.

Fólk, sum eru skrásett sum tung, eru fólk, sum hava stóran tørv á heimahjálp ella eru minnisveik, men kunnu enn klára seg í egnum heimi.  Fólk, sum eru skrásett at vera løtt, eru tey, sum ikki hava brúk fyri plássi á røktarheimi í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537