Deiligt tá bóltarnir fara inn

Deiligt tá bóltarnir fara inn
- Tað er fantastiskt at fáa álit og nógvar bóltar, og so er tað deiligt, tá allir fara inn. Tað segði Leivur Mortensen, sum skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir av veinginum
08.05.2024 - 21:32

Føroysku hondbóltsmenninir vunnu sannførandi á Norðurmakedónia í fyrra playoff-dystinum í Havn mikukvøldið.

Ein, sum átti stóran lut í 34-27 sigrinum á Hálsi, var Leivur Mortensen, sum var flúgvandi á vinstra veingi. Serliga síðsta korterið skoraði hann fleiri góð mál.

 - Í dag gekk tað bara super, og tað var mega lekkurt, staðfesti vongurin, sum skoraði upp á allar sínar fimm royndir.

 

Mugu veksa við uppgávuni í Skopje

Vongurin var sera væl nøgdur við føroyska avrikið og sjey mála fyrimunin, sum er við í viðførinum til norðurmakedónska høvuðsstaðin, Skopje.

 - Hevði tú spurt meg áðrenn dystin, hevði eg selt hann fyri sjey mál, staðfesti Leivur Mortensen.

 - Men vit vita eisini, at sjey mál kunnu minka niður í helvt ella hvørva upp á fimm minuttir. Teir halda eisini, at teir hava heimsins besta heimavøll, so tað verður spennandi at royna, og vit mugu bara veksa við uppgávuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Mono 290426 - 5. sending
207733
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204