- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edward Snowden møguliga til Venesuela
Edward Snowden møguliga til Venesuela
Venesuela umhugsar at geva eftirlýsta amerikanska KT-manninum, Edward Snowden, friðskjól
26.06.2013 - 10:30
Tað er sjálvur forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro, ið ber hesi tíðindini. Hann sigur, at enn hevur Venesuela ikki fingið eina formliga umbøn um friðskjól.
-Men um vit skuldu fingið eina, so fara vit at viðgera hana, eins og vit skilja at Equador ger, sigur Maduro við almenna sjónvarpið í Venesuela.
30 ára gamli Edward Snowsden er eftirlýstur í USA, tí hann sambært myndugleikunum hevur almannakunngjørt loyniligar upplýsingar.
Snowden arbeiddi í nógv ár hjá amerikonsku fregnartænastuni, National Security Agency, og í tí sambandi hevur hann greitt frá, at USA fremur miðvísa yvirvaking á internetinum, m.a. við teldupostum, Facebook og Google.
Hetta varð almannakunngjørt í The Guardian og The Washington Post í juni mánað og endaði beinanvegin á forsíðunum kring heimin.
Í mai flýddi Snowden til Hong Kong. USA hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, men sunnudagin eydnaðist tað honum at sleppa við flogfari til Moskva, har hann er í løtuni.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, váttar, at Snowden í løtuni er í transitt økinum á flogvøllinum í Moskva. USA vil hava russar at útfklýggja hann, men Rusland sigur kortanei.
-Hann hevur ikki gjørt nakað brotsverk í Ruslandi, og hann er ein frælsur maður, tí Rusland og USA hava onga avtalu um at útflýggja fólk, sigur russiski forsetin.
Málið hevur elvt til diplomatiska kreppu millum USA øðrumegin og Kina og Rusland hinumegin.
Edward Snowden hevur biðið um friðskjól í Equador. Tað upplýsti forsetin í landinum, Ricardo Patino, á síni Twitter vangamynd sunnudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV