Tænastubygningurin reistur í dag

Tænastubygningurin reistur í dag
Í dag varð nýggi tænastubygningurin á flogvøllinum reistur. 80 fólk vóru til móttøku á farstøðini
Samkoma var á Flogvøllinum í dag í sambandi við útbyggingina.
 
06.07.2013 - 10:45

 

Til staðar vóru umboð fyri nevnd og leiðslu hjá Vága Floghavn, umboð fyri Faerport, Atlantic Airways, Articon og undirveitarar hjá Articon. 

 

- Nýggj krøv frá mynduleikum, vaksandi ferðafólkatal og krøv um betri umstøður til komandi og farandi ferðafólk ger, at íløgan er sera týdningarmikil fyri framtíðar menning av føroyskari flogvinnu, Vága Floghavn í tíðindabrævi.

 

Núverandi farstøð er 1800 kvm. Teir báðir tax-freehandlarnir eru umleið 70 ferðmetrar hvør. Nýggja farstøðin verður umleið 3800ferðmetrar til støddar, og taxfree-økið verður umleið 800 ferðmetrar.

 

Atlantic Airways

Farstøðin og tænastubygningurin eru einar 7600 ferðmetrar til støddar. Umframt Vága Floghavn, kemur ein stórur partur av umsitingini hjá Atlantic Airways at húsast í tænastubygninginum. Politistøðin í Vágum og Posta fara eisini at húsast í nýggju hølunum.

 

Á farstøðini verða eisini avgreiðsluhøli hjá Atlantic Airways, Avis og Kunningarstovuni. Góðar umstøður verða eisini til matarsølu.

 

Um alt gongur eftir ætlan, so verður byggingin liðug í mai 2014. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Sunnudag 6. juli
Og ein summardag (2:2)
194098
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076