Felagsskapurin kann eisini hava ein prís

Felagsskapurin kann eisini hava ein prís
Í nýggjari bók tekur Janna Egholm Hansen støði í egnum lívsroyndum og viðger tøgn, skomm og longsulin eftir at hoyra til.
Janna Egholm Hansen hevur givið út nýggja bók
 
27.11.2026 - 09:42

– Tað er ein tryggleiki í at búgva á einum staði, har øll kenna hvønn annan. Men tann felagsskapurin kann eisini onkuntíð koma við einum prísi, sigur Janna Egholm Hansen.

Hon hevur búð í Danmark í 28 ár og hevur í nýggju bókini "Mellem verdener – Beretninger og betragtninger fra midten" flættað egnar lívsroyndir saman við sosiologiskum hugleiðingum.

Við bókini vil hon bróta tøgnina um truplar lívsroyndir, sum nógv menniskju ganga einsamøll við og skammast um.

Sjálv leingist hon framvegis heim til Føroya, men hon heldur, at frástøðan til føroyska samfelagið hevur verið ein fortreyt fyri, at hon kundi skriva bókina.

Hoyr samrøðuna við Jannu Egholm Hansen í morgunsendingini her.

a_12053-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056