- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur eitt bragd: Víkingur kom víðari

Víkingur framdi onki minni enn eitt bragd, tá liðið vann dystin ímóti FC Inter Turku á útivølli í Finnlandi. Støðan gjørdist 1-0 til Víking.
Gøtumenn fingu eitt brotskark og tað syrgdi Finnur Justinussen fyri at fáa fult fyri.
Víkingur lá fleiri ferðir fram við málinum hjá finska liðnum, og serliga Finnur Justinussen hevði møguleika at gera fleiri mál fyri Víking.
Víkingur er nú víðari í Evropeisku fótbóltskappingini. Teir skulu leika í Rumenia í komandi viku. Mótstøðuliðið hjá Víkingi verður FC Petrolul Ploiesti.
Verri gekst HB
Hjá HB eynaðist ikki at spæla seg víðari í Evropa-liguni. HB hevði vitjan av íslendska IB Vaff niðri á Tórsvølli. Tá bert ein minuttur restaði í, var HB samantaldur vinnari, men í evstu løtu ednaðist tað IB Vaff at fáa eitt brotspark og tað avgjørdi dystin.


























