- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndugleikar í India kanna mateitran eftir deyðiliga skúlamáltíð

Mateitranin í einum skúla í Bihar-landslutinum í India fyrr í vikuni hevur higartil kravt 23 mannalív – 23 skúlabørn eru deyð. Í minsta lagi 25 skúlabørn stríðast framvegis fyri lívinum orsakað av mateitranini.
Lat upp í 2010
Skúlin, har mateitranin fór fram, lat upp í 2010. Men hetta er ongin framkomin skúli. Sjálvur skúlin hevur bara eitt rúm, og hann er ógvuliga spartanskur í innrættingini. Onki ljós, onki wc, ongin køkur og ongar viftur eru í stundum ógvuliga heita rúminum.
Maturin, sum fleiri skúlabørn doyðu av, varð gjørdur uttan fyri skúlan. Hetta er skipan, sum tað almenna stendur fyri, og endamálið er at børn ikki skulu svølta.
Tá ið BBC vitjaði skúlan í gjár, lógu framvegis bøkur, pennar og posar við skúlatingum í “skúlastovuni”. Vindeygu og plastikkstólar hava ill foreldur knúst.
Skúlastjórin horvin
Tveir lærarar starvast á skúlanum, annar eru í farloyvi. Hin er sjálvur skúlastjórin, Meena Kumari. Og nú er Kumari horvin. Heim hennara er læst, og hvørki hon ella familja hennara er at finna.
Kanning setast í verk
Myndugleikarnir í India boða nú frá, at kanning skal setast í verk. Kenslumálaráðharrin, Mangel, gevur skúlastjóranum skyldina. Kokkurin á skúlanum skal hava ávarað stjóran um, at oljan, sum kokkurin varð biðin at nýta, var ikki sum hon skuldi. Men skúlastjórin kravdi børnini at eta kortini – og at eta upp.
Misti fýra vinmenn
9 ára gamli Sujit Kumar sigur við BBC, at hann fer ongantíð aftur í skúla. Hann misti nevniliga 4 vinmenn, og 11 ára gamla systir hansara liggur sjúk á sjúkrahúsi.
Suit sigur, at hann smakkaði matin hendan dagin, men helt hann smakka illa. Í staðin gav hann geituni hjá familjuni matin. Tá geitin gjørdist sjúk, segði hann mammu síni frá, og tá fór mamman runt í bygdini at boða frá.
Kelda: Aftenposten og BBC
























