El-orka: Komandi útboð avgera kappingina

El-orka: Komandi útboð avgera kappingina
Komandi útboð fara at vísa, hvussu kappingin um at lata streym verður í framtíðini
El-orka: Komandi útboð avgera kappingina.
 
25.07.2013 - 08:59

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Janus Rein, løgtingsmann, sum spurdi um kappingina um vindorku og  elveiting. Spurt varð eisini um útboðið av vindmyllulundini í Húsahaga.

Landsstýrismaðurin vísir í svari sínum til avgerðina hjá Vinnukærunevndini um at staðfesta avgerðina hjá Jarðfeingi at geva SEV loyvið. 

Trupult at spáa um kapping
Tað er ilt at siga, hvussu verður við kapping á elorkuøkinum í framtíðini. Tað fara komandi útboð at vísa, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at landsstýrismaðurin kann við verandi elveitingarlóg bara tryggja sær, at aðrir framleiðarar hava ein veruligan møguleika at koma á elmarknaðin.

Johan Dahl endurgevur Vinnukærunevndina, sum sigur, at kapping er ikki eitt endamál í sær sjálvum, men eitt amboð at fáa lægri prísir og betri effektivitet sum frá líður.

Higartil hava tvey útboð verið um vindorku. Fyrra útboðið í 2010, tað var trý megawatt. Seinna útboðið var í fjør, tað var  11,7 megawatt.

Miðal streymframleiðslan um dagin er 40 megawatt og 20 megawatt um náttina.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860