Fámará fingið 4000 undirskriftir

Fámará fingið 4000 undirskriftir
Í morgin fer Rúni Jacobsen, sum seinastu tvey árini hevur búð í Fámará, at handa Jacob Vestergaard, landssýrismanni, fleiri enn 4000 undirskriftir
Fleiri enn fýratúsund undirskriftir verða í morgin handaðar Jacobi Vestergaard í sambandið við málið um Fámará.
 
01.08.2013 - 12:02

Fámará-stuðlar siga í tíðindaskrivi, at tær got tog væl 4000 undirskriftirnar til fræma fyri eini framtíðar hugsjón um Fámara, verða handaðar Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, í morgin.


Saman við undirskriftunum fer Rúni Jacobsen at handa landsstýrismanninum ein faldara við framtíðar hugsjónini um Fámara, nevnd "Meira enn bara Fámara".

"Meira enn bara Fámara” er ein ætlan, sum skal gera Fámara til ein fíggjarligan og umhvørvisliga burðardyggan frístað, har arbeitt verður á trimum høvuðsøkjum: Landbúnað, ferðavinnu, mentan og sosial tiltøk.

Tey, ið hava undirskrivað, hava skrivað undir soljóðandi:

“Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara.  Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt. Eg vil við míni undirskrift stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu- og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum.”

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891