Íslendingar harmast ES-tiløk móti Føroyum

Íslendingar harmast ES-tiløk móti Føroyum
Íslendski fiskimálaráðharrin harmast um revsitiltøkini hjá ES móti Føroyum. Hann heldur revsitiltøk vera skeivur háttur at loysa trætuna.
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurdur Ingi Jóhansson, harmast ES-tiltøkini móti Føroyum.
 
02.08.2013 - 10:46

-Vit eru vónbrotin at síggja, at ES velur at seta í verk revsitiltøk móti Føroyum fyri silda- og makrelveiðina. Vit meta ikki, at hetta er besti hátturin at loysa hetta slagið av ósemjum millum lond, sum annars sita væl um sátt. Hetta átakið úr Brússel máar støðið undan royndunum hjá strandalondunum at finna eina loysn við diplomati og samrøðum, sigur fiskimálaráðharrin, Sigurdur Ingi Jóhannsson, sambært Fishupdate.com.

Ráðharrin sigur seg hava álit á, at tað ber til at finna eina loysn á makreltrætuni, sum er rættvís fyri øll strandalondini og sum er grundað á vísundina. Men fyri at hetta skal henda, noyðast ES og Norra at viðurkenna, at makrelurin hevur broytt ferðingarmynstur og í stórum tali er í íslendskum sjógvi seinastu árini.

-Kvotur eiga at verða ásettar eftir veruleikanum í 2013, og ikki eftir ferðingarmynstrinum, sum makrelurin hevði fyri tíggju árum síðan, sigur íslendski fiskimálaráðharrin.

Ísland hevur - eins og Føroyar - ásett sær størri makrelkvotu enn ES og Norra meta vera rætt, og ES fyrireikar í løtuni revsitiltøk móti Íslandi.

Hinvegin er Ísland við í semjuni hjá strandalondunum um sildakvotuna í ár. Har avgjørdu Føroyar at áseta sína egnu kvotu, sum er góðar tríggjar ferðir størri enn tað, sum hini londini hildu vera hóskandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558