- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin hellir til tvær tyrlur

Landið samráðist í løtuni við Atlantic Airways um nýggjan sáttmála um tilbúgving.
Sáttmálin gekk út 31. desember 2025, og var tá longdur eitt ár. Hann gongur sostatt út um ein góðan mánað, 31. desember 2026, og nýggjur sáttmáli er ikki gjørdur enn.
- Um tað ikki eydnast at gera nýggjan sáttmála nú heilt skjótt, leingja vit verandi sáttmála við einum ári, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum.
Seinast var gjørdur ein 10 ára sáttmáli, og hann var galdandi frá 2015 til 2025, og er síðani longdur við einum ári.
Trygdarreglur brotnar fyri at hjálpa
Í sambandi við vanlukkuna í Íslandi í vikuni, tá ið fiskiskipið Jökull sakk, er komið fram, at bara ein av trimum tyrlum í tilbúgvingini vóru tøkar.
Neyðugt var hjá íslendsku tyrlumanningini at bróta trygdarreglur, um manningin á Jökulli skuldi fáa hjálp. Millum annað mátti manningin flúgva nógv longri til havs enn loyvt var, tá ið eingin onnur tyrla var at kunna hjálpa, um tyrlan, sum var úti, fekk trupulleikar og hevði tørv á hjálp.
Tyrlan fleyg út á 60 fjórðingar, men hevði bara loyvi at flúgva 20 fjórðingar úr landi. Tað eydnaðist at bjarga 14 av manningini, sum tá høvdu ligið fleiri tímar í sjónum. Tríggir sjómenn sjólótust, men líkini vórðu bjargað.
Er nóg mikið við tveimum tyrlum?
Støðan, sum íslendska tilbúgvingin var í í vikuni hendir rættiliga ofta í Føroyum. Her eru bara tvær bjargingartyrlur, men bara ein tyrlumanning á vakt.
Eingin føst eykavakt er. Og tað hendir av og á, at onnur tyrlan er til eftirlit ella okkurt brek er, og tá er bara ein tyrla at líta á. Og tað er onkuntíð hent, at hvørgin tyrlan hevur verið tøk, tí onnur hevur verið til eftirlit og hin hevur fingið brek.
Tað hendi millum annað í januar í fjør, tá ið eingin tyrla var tøk í tveir dagar. Tá var millum annað tørvur á tyrluni til sjúkraflutning úr Suðuroynni til Havnar, men Brimil mátti tá gera uppgávuna, men tað gekk ikki so skjótt sum tyrlan kundi gera uppgávuna.
Føroyska tyrlumanningin fer ofta nógv longri enn 60 fjórðingar til havs fyri at hjálpa, tá ið tørvur er á tí. Hon fer heilt út á 200 fjórðingar.
Hjá okkum í Føroyum er spurningurin, um tað er nóg mikið við tveimum tyrlum.
Landsstýrismaðurin hellir til tvær tyrlur.
























