Besti ársfjórðingurin í nýggjari tíð

Besti ársfjórðingurin í nýggjari tíð
Raksturin hjá BankNordik samtakinum í øðrum ársfjórðingi í ár er tann besti í nýggjari tíð, kunnger bankin í morgun, og fyrra hálvárið var úrslitið 18 prosent betri enn í fjør
BankNordik hevur havt besta ársfjórðingin í nýggjari tíð.
 
13.08.2013 - 07:52

Úrslitið er 77 milliónir krónur áðrenn skatt.

Hetta ger, at bankin framvegis væntar, at úrslitið í 2013 fyri virðisjavna og skatt verður 130-160 milliónir krónur. Tað var 102 milliónir krónur í fjør.

Umleggingar
Orsøkin til góðu gongdina í ár eru umleggingarnar í virkseminum, sum spara samtakinum sjey prosent í útreiðslum, og ikki hevur verið neyðugt at staðfesta størri tap enn frammanundan mett.

- Vit hava skert útreiðslurnar sjey prosent í mun til í fjør. Og av tí at niðurskrivingarnar eru í samsvari við væntanirnar, hava vit í øðrum ársfjórðingi fingið besta rakstrarúrslitið í nýggjari tíð, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.  

Inntøkurnar tær somu
Men inntøkurnar eru tær somu sum i fjør. Færri biðja um lán og kredittir, men inntøkurnar frá Trygd, sum BankNordik eigur, eru tó øktar.
 
Tað tyngir roknskapin í ár og komandi ár, at BankNordik skal lata 25 mió. kr. til at styrkja Innskjótaratrygdargrunnin.

Stóra innlánsyvirskotið og góða gjaldførið hava gjørt, at BankNordik seinastu mánaðirnar hevur verið afturhaldin á avtalumarknaðinum fyri innlán.
Harumframt er ein øktur partur av samansparingini hjá kundunum fluttur í virðisbrøv. I

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763