Landsstýrið dregur ES fyri altjóða gerðarrætt

Landsstýrið dregur ES fyri altjóða gerðarrætt
So er tað greitt: Landsstýrið hevur í dag latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.
Ein altjóð gerðarrættur undir ST skal avgera silda-stríðið millum ES og Føroyar.
 
16.08.2013 - 16:12

Landsstýrið hevur í dag latið silda-ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt at taka støðu til. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða.

Í tíðindaskrivi boðar Landsstýrið frá, at tað heitir á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta hóttanir um boykott í sambandi við umsiting av einum ferðandi fiskastovni. Gerðarrætturin verður somuleiðis biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar.

Landsstýrið vísir somuleiðis á, at ætlaðu handilstiltøkini herða stríðið, og tað hevur við sær, at fortreytirnar fyri at koma ásamt um eina semju versna munandi.

Kringvarpið skilir, at tað, at landsstýrið nú dregur ES fyri altjóða gerðarrætt, fær steðgandi virkna í mun til ætlaða ES-boykottið av Føroyum. Tað merkir, at tiltøkini hjá ES móti Føroyum neyvan kunnu setast í verk, so leingi gerðarrætturin situr. Og gerðarrætturin fer væntandi at brúka í hvussu so er tvey ár, áðrenn hann kemur við sínum úrskurði í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531