Bakkafrost 252 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár

Bakkafrost 252 mió. kr. í avlopi fyrra hálvár
Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði 25 milliónir krónur í vinningi í øðrum ársfjórðingi, tí virkið í Fuglafirði hevur fingið nógv meira fisk í ár.
Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit, tí laksaprísurin er so góður, men Bakkafrost missir framvegis nógvar pengar av lidnu vørunum
 
27.08.2013 - 08:05

Bakkafrost hevði 252 milliónir krónur í vinningi eftir skatt fyrra hálvár í ár, 145 milliónir meira enn í fjør, kunnger felagið í morgun.

Alideildin hevði eitt framúr gott úrslit, tí laksaprísurin er so góður, men Bakkafrost missir framvegis nógvar pengar av lidnu vørunum. Serliga annar ársfjórðingur royndist væl, tí laksaprísurin er so góður. Eftirspurningurin er størri enn útboðið.

Verri við lidnu vøruni

Verri gongst við lidnu vørunum, sum Bakkafrost ger. Tann deildin hevði 42 milliónir í halli í øðrum ársfjórðingi, tí laksurin til vørurnar er so dýrur at keypa nú. Bakkafrost hevði fingið meira fyri at selja laksin óviðgjørdan enn til sína egnu framleiðsludeild.

- Men, sigur Regin Jacobsen, stjóri, vit vita av royndum, at marknaðurin vendir. Og tá fara vit at vinna pening aftur við at gera og selja lidnar vørur.

Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi. Tí er umráðandi, at vit við framtíðini í huga hugsa um at virðisøkja sum mest og varðveita tey 200 arbeiðsplássini á hesi deildini, sigur Regin Jacobsen.

Havsbrún 25 mió. í vinningi

Havsbrún, sum ger fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði 25 milliónir krónur í vinningi í øðrum ársfjórðingi, tí virkið í Fuglafirði hevur fingið nógv meira fisk í ár.

Tann 30.juni hevði Bakkafrost samtakið 786 milliónir krónur í nettoskuld, hon er minkað góðar 20 milliónir í ár. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir upp á 617 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrosti var 49 prosent, tá fyrra hálvárið endaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025