Nú ber til at skriva seg upp til leigubústað

Nú ber til at skriva seg upp til leigubústað
Bústaðir ætlar at byggja 100 leigubústaðir um árið næstu árini
Bústaðir, fyrr Húsalánsgrunnurin, ætlar at byggja 100 leigubústaðir um árið
 
29.08.2013 - 14:41

Mánadagin 2. september ber til at skriva seg á bíðilista til ein leigubústað. Við uppskrivingini verður tú  samstundis limur í Bústøðum, Føroya bústaðafelagi.

Næstu fýra til sjey árini fara Bústaðir at byggja 100 leigubústaðir um árið. Bíðilistin er eitt týðandi amboð, sum bæði gevur borgarunum atgongd til at fáa ein leigubústað og samstundis gevur Bústøðum vitan um, hvussu nógvum bústøðum tørvur er á, hvar í landinum tørvurin er og hvørja stødd á bústaði, fólk ynskja, siga Bústaðir í tíðindaskrivi.

Kostnaðurin fyri at koma á bíðilistan er 200 kr. 

Lutakast um umsóknirnar

Allar umsóknir, ið koma inn í tíðarskeiðnum frá 2. til 30. september, verða skipaðar tilvildarliga við lutakasti á ein bíðilista, so tað verða ikki starvsfólkini á Bústøðum, ið avgera, hvat nummar umsøkjararnir hava á bíðilistanum.

Tað ræður tí ikki um at verða fyrstur at lata umsóknina inn, men heldur verða umsóknirnar javnsettar fyrstu tíðina við lutakastinum. Men umsóknir, ið koma inn eftir 30. september 2013, fara aftast á bíðilistan, siga Bústaðir í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891