- Tíðindi, mentan og ítróttur
TAKS verður misbrúkt á netinum
TAKS verður misbrúkt á netinum
Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum, sigur TAKS

TAKS biður ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti.
23.11.2026 - 07:58
Nú ger TAKS eisini vart við, at TAKS verður misbrúkt á netinum.
TAKS biður fólk ansa eftir følskum boðum í navninum hjá TAKS.
Í boðunum verður tann, sum fær tey, biðin um at trýsta á eitt leinki fyri at fáa skatt endurgoldnan.
Boðini kunnu líkjast almennari kunning frá TAKS, men tey eru ikki frá okkum, sigur TAKS.
TAKS biður ongantíð um persónligar upplýsingar gjøgnum leinki í SMS-boðum ella telduposti.
Fært tú slík boð, skalt tú hvørki trýsta á leinkið ella lata persónligar upplýsingar. Strika boðini, sigur TAKS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























