Norðmenn hækka ikki makrelkvotuna

Norðmenn hækka ikki makrelkvotuna
Hóast nógvur makrelur er í norskum sjógvi, hava norskir reiðarar seg hava at fingið at vita frá Fiskimálaráðnum, at kvotan hækkar ikki
Norska fiskimálaráðið hevur nú avgjørt ikki at hækka kvotuna
 
30.08.2013 - 08:46

Norska makrelkvotan verður ikki hækkað í ár, hóast nógvur makrelur er í norskum sjógvi. Norska fiskimálaráðið hevur nú avgjørt ikki at hækka kvotuna.

Kanningar í summar vístu, at meira makrelur er til, enn hildið varð, tá kvotan varð ásett í fjør. Norra er bundið av avtalu við ES um støddina á makrelkvotum, men norski fiskimálaráðharrin útilokaði tó ikki fyrr í hesum mánaðinum, at norska kvotan kundi hækka.

Men nú siga norskir reiðarar seg hava at fingið at vita frá Fiskimálaráðnum, at kvotan hækkar ikki. Norðmenn fara nú í holt við makrelin. Reiðarar vænta sær eina góða vertíð í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960