Samgongufundur um tunnilsmálið

Samgongufundur um tunnilsmálið
- Nú kanna vit, um kortini skulu blandast av nýggjum, sigur løgmaður í stuttari viðmerking
Løgmaður hevur boðað til samgongufund mánadagin
 
30.08.2013 - 13:38

Tunnilsmálið verður nú lagt fyri samgonguna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað samgongufund seinnapartin mánadagin klokkan hálvgum tvey.

Á skránni er eittans mál, og tað er tunnilsmálið.

- Nú kanna vit, um kortini skulu blandast av mýggjum, sigur løgmaður í stuttari viðmerking.

Framvegis í rættarnevndini

Øll tunnilsuppskotini eru framvegis til viðgerðar í rættarnevndini, men nær nevndin fer at skriva álit, er ógreitt.

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, hevur sagt, at boðað verður ikki til fund, fyrr enn løgmaður og Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, eru lidnir at samskifta í málinum.

Tað segði hon, tá løgmaður fyrr í vikuni bað landsstýrismannin um eina frágreiðing í tunnilsmálinum, eftir at tað var komið undan kavi, at viðmerkingar frá embtisfólkum í Innlendismálaráðnum ikki vórðu lagdar við, tá uppskotið varð lagt fyri tingið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598