Línuskipini fingið væl burturúr á Flemish Cap

Línuskipini fingið væl burturúr á Flemish Cap
Átta skip hava verið í Nýfunnalandi, og øll hava gjørt góðar túrar.
Váðasteinur er eitt av skipunum, sum hava verið á Flemish Cap
 
04.09.2013 - 14:21

Hóast tað er langt at sigla til Nýfunnalands á ísfiskaveiðu, er líkt til, at føroysku línuskipini hava fingið væl burturúr, og at fiskiskapurin á Flemish Cap hevur verið eitt gott ískoyti hjá línuflotanum. Átta skip hava verið í Nýfunnalandi, og øll hava gjørt góðar túrar.

Kambur, sum var fyrsta skipið ið fór avstað, kom aftur í gjárkvøldið av fjórða túrinum, og aftur hesaferð fingu teir uppí. Váðasteinur, sum eisini hevur roynt á Flemish Cap er á veg heim av fjórða túrinum, og eisini teir hava fingið uppí.

Fara til Íslands

Hini skipini hava verið færri túrar. Tey flestu skipini hava kvotu í íslendskum sjógvi, og fara tí ikki aftur til Nýfunnalands í ár, hóast eitt sindur er eftir av kvotuni, sum var sløk 3.200 tons.

Kambur hevur avreitt fyri umleið 6 miljónir kr., ella hálva aðru miljón kr. fyri hvønn túrin. Men teir hava nýtt einar 14 vikur til teir fýra túrarnar.

- Tað er ov langt at sigla til Nýfunnalands á feskfiskeviðu. Tað einasta, sum bjargaði tí fiskiskapinum, var tann nógvi fiskiskapurin, so tað gekk skjótt at fáa uppí. Var talan um vanligan, ella vánaligan fiskiskap, so hevði úrslitið ikki verið so frægt, sum tað gjørdist, eru menn samdir um.

Enn langt á mál

Seinastu árini hava línuskipini ikki fingið stórvegis burturúr, tí fiskiskapurin hevur verið so vánaligur. Og hóast góðan fiskiskap í Nýfunnalandi, so er langt á mál, áðrenn línuskipini kunnu rekast á so frægum grundarlag, at menn kunnu skiftast um at vera umborð og at vera í landi. Til tað resta fleiri miljónir kr. í hjá línuskipunum, siga teir, sum manna skipini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961