Eyðun Mohr Hansen almannastjóri burturav

Eyðun Mohr Hansen almannastjóri burturav
Johnhard Klettheyggj er fyribils aðalstjóri í Almannamálaráðnum, til stjórin í Almannaverkinum er settur
Eyðun Mohr Hansen er nú stjóri í Almannaverkinum burturav
 
10.09.2013 - 12:45

Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, er nú aðalstjóri í ráðnum. Men tað er bara fyribils, ella til starvið sum stjóri í Almannaverkinum er sett.

Ov stór arbeiðsbyrða

Eyðun Mohr Hansen hevur verið bæði aðalstjóri og stjóri í Almannaverkinum, síðani Petra Johnsdóttir Joensen varð koyrd úr stjórastarvinum fyri tveimum mánaðum síðani. Tað er ov nógv hjá honum at vera í báðum størvum í senn.

Tí hevur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sett Johnhard Klettheyggj sum aðalstjóri til stjórastarvið í Almannaverkinum er sett. Tá kemur Eyðun Mohr Hansen aftur í aðalstjórastarv sítt. Stjórastarvið í Almannaverkinum verður lýst leyst antin í hesari vikuni ella í næstu viku, sigur Annika Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120