Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar

Gjaldið úr Samhaldsfasta hækkar
Frá 1. januar verður gjaldið til fólk sum fáa eftirløn 2.930 kr.
 
25.09.2013 - 15:48

Útgjaldið úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin  hækkar uppí 2.930 kr. frá 1. januar. Tað hevur stýrið tikið avgerð um.

Útgjaldið hækkar 2,8 prosent, og árliga gjaldið verður 35.160 kr.

Í tíðindaskrivi sigur stýrið, at so leingi sum talið av pensjonistum er hækkandi er neyðugt at eftirlønarveitingin verður ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni.

Hon veksur tí spakuliga, men í minsta lagi líka nógv sum inflatiónin.

Eftirlønarútgjaldið var 84% av inngjøldunum í 2012 og væntast at vera 87% av inngjøldunum í 2013.

Í 2012 vóru útgoldnar 227,4 mió. kr. í eftirlønum úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531