Breddin

Breddin
23-10-2019
Kappingin um Arktis harðnar - USA bjóðar sær til at hjálpa Grønlandi við sosialpolitiskum málum, og Kina ger risa íløgur í landið

Amerikanski áhugin fyri Grønlandi skal síggjast í ljósinum av átøkum frá Ruslandi og Kina. Grønland er aftur við at gerast miðdepil fyri stórpolitikki, eins og undir Kalda krígnum. Men hvussu við Føroyum? Vit tosa við serfrøðingar um kinesiska politikkin í Arktis, og trygdarpolitikk í Arktis.

Luttakarar í sendingini: Jóhanna Vágadal Joensen, søgufrøðingur, Ólavur Dalsgarð, granskari í trygdarpolitikki, Gestur Hovgaard, Samfelagsvísindadeildin á Lærda háskúlanum í Grønlandi, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og limur í uttanríkispolitisku nevndini og formaður í Arktisku sendinevndini, Kaj Joensen, journalistur á Christiansborg, Sámal Tróndur Finnson Johansen, søgufrøðingur, Høgni Hoydal, limur í Uttanlandsnevndini, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Vertir: Símun Christian Olsen og John Johannessen

Redaktørur: Marjun Dalsgaard.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið
14-06-2024
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
13-06-2024
Tað eru fleiri trupulleikar við elbilum. Eitt nú er orkan ikki altíð grøn, vandamikil evni eru í battarínum og enn eru ongar reglur um burturbeining
11-06-2024
Skal tílgongdin av útlendskari arbeiðsmegi avmarkast? Tað spyrja vit landsstýrismannin um. ES snarar helst til høgru, vit tosa við sendikvinnuna í Bruxelles
07-06-2024
Podvarpið, Elians Sonur, hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, eftir at tað var sent sum útvarp - onnur hálova tí
04-06-2024
Eingin seming á hesum sinni - tað merkir helst fleri vikur aftrat. Vit tosa m.a. við Ingeborg Winther, sum finst at manglandi stuðuli frá handverkarafeløgunum
31-05-2024
Tað er sera torført hjá ungum, sum eru flutt higar at læra føroyskt og danskt og tí eru nógv sum ikki fáa nakað fólkaskúlaprógv, sum kann brúkast til nakað
30-05-2024
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024