Breddin

Breddin
21-01-2020
Jarðir, eldraøkið og tørvurin á arbeiðsmegi

Jarðir er loksins komin við loysnini, sum skal fáa skil á óskipaðu gongdini í haga. Men hvønn týdning hevur hetta stigið í mun til, hvat landsstýrið og Visit Faroe Islands ætla? Kjak millum Niels Pedersen, nevndarformann í Jarðir, og Jóan Pauli Helgason, menningarleiðara á Visit Faroe Islands.

Eldraøkið manglar fólk - arbeiðið er ov strævið og lønin ov lág, ljóðar skotsmálið. Men hvussu loysa vit trupulleikan at manna mongu størvini innan eldraøkið? Tað spyrja vit Maiken Olsen, leiðara á Heilsuhúsinum í Havn, og Rakul í Gerðinum, forkvinnu í Heilsurøktarafelagnum.

Metlága arbeiðsloysið fær arbeiðsgevarar at eftirlýsa enn lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi - arbeiðarafeløgini mótmæla, og spyrja harumframt, hvussu føroyska samfelagið skal lofta vaksandi talinum av útlendingum. Kjak millum Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara hjá Samtak.

Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard, Anna Poulsen, Sólvit Nolsø.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Viðmerking til evnið um vaksandi starvsfólkatørvin á eldraøkinum:

Heilsuskúli Føroya hevur gjørt okkum varug við, at umrøðan kundi geva ta fatan, at tað er nógv lættari at koma ígjøgnum heilsuútbúgvingina í Danmark enn í Føroyum, tí tað er lættari at góðskriva starvsvenjing. Tað er ikki rætt. Møguleikarnir hjá heilsuhjálpara-næmingum at fáa góðskrivað praktikk-tíð eru teir somu í Føroyum sum í Danmark, upplýsir leiðarin fyri skúlan, Jórun Petersen. Eisini er Heilsuskúli Føroya at meta sum ein miðnámsskúli, ið gevur atgongd til aðrar útbúgvingar, eitt nú professións-útbúgvingar í Danmark.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024