- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Ein semja tvørtur um miðjuna í Noregi slóðar vegin fyri, at fyritøkur kunnu søkja loyvi til at reka námsvinnu á havsins botni. Virðini eru ovurstór, og nógv bendir á, at virðismiklu ráevnini eisini goyma seg niðri í dýpinum á føroyskumegin markið.
Men hvat fjalir seg í dýpinum, hvørjar eru royndirnar aðrastaðni og hvat er kostnaðurin?
Heri Ziska og Uni Árting, báðir jarðfrøðingar á Jarðfeingi, vitja í útvarpsstovuni, og Jógvan Hugo Gardar, tíðindamaður greiðir frá kjakinum í Noregi, um gongdina at loyva útvinning av mineralum á havbotninum.
Tvískattaavtalur
Seinna evnið í sendingini, er tørvurin hjá føroyska handilsflotanum á tvískattaavtalum.
Tí vantandi tívskattaavtalur gera, at føroysk reiðaríir javnan ikki kunnu bjóða seg fram til uppgávur, sum í veruleikanum hóska væl til tær tænastur, sum feløgini kunnu veita.
Vit tosa við Jórun Gardar, varastjóra í Vinnuhúsinum og skrivara hjá Reiðarafelagnum fyri handilsskip, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtimgskvinna, eru gestir í útvarpsstovuni.
Sendingina gjørdu Kári Mikkelsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.