Breddin

Breddin
20-02-2020
Stýrisskipanarskipan ella stjórnarskipan og útlanini hjá føroysku peningastovnunum

Ein grein 25-nevnd skal setast at endurskoða stýrisskipanina frá 1994.

Tað boðaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá, tá hann í gjár tók orðið á tingi í gjár.

Stýrisskipanin er nærum einki broytt, síðani hon kom í gildi í 1994, og tað er heldur ikki sum at siga tað at broyta hana, tí tvey løgting skulu góðtaka broytingar í lógini.

Men er nýggja tilmælið hjá løgmanni eitt tekin um, at dreymurin um eina føroyska stjórnarskipan, ið fleiri samgongur hava arbeitt við, er endaliga er sleptur?

At kjakast um framtíðina hjá stjórnarskipanararbeiðinum og ætlaðu broytingarnar í stýrisskipanini vóru Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, komnir í útvarpsstovuni.


Útlan
Síðan 2014 hava føroysku peningastovnarnir kunna víst á vøkstur í útlátinum á hvørjum ári, men í fjør stóð hann í stað.

Olav Guttesen, stjóri í Betri banka, var í útvarpsstovuni, at greiða frá hvat hetta sigur um gongdina í samfelagnum.


Luttakarar: Bárður á Steig Nielsen, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen og Olav Guttesen

Sendingina gjørdu Marjun Dalsgaard og John Johannesen.

Hallur av Rana var redaktørur og Høgni Fagraberg teknikari.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024