- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Treingir seyðahaldið í Føroyum til nýhugsan? Hvussu við djóravælferðini og atlitunum til náttúruna. Bøndur og seyðaáhugað umrøða hesar spurningar í sendingini í dag.
Klokkan tríggjar minuttir yvir hálvgum níggju í kvøld verða tveir rúmdarfarar ella astronautar sendir avstað móti altjóða rúmdarstøðini. Ein søgulig hending vilja fleiri vera við. Men hvønn týdning hevur hetta. Tann spurningin seta vit seinni í sendingini.
Luttakarar: Gunnvør Dam Jensen, festibóndi í Kollafirði, Jan Thomsen, óðalsbóndi á Eiði, Johan Jógvansson, bóndi í Saksun, Gunnar Bjarnasson, landbúnaðarfrøðigur, David Arge Klevang Pedersen, adjunktur á DTU Space Center, Martin Andreas Kruse, stjóri í Tesla Import
Gjørt sendingina: Rólant Waag Dam, Tróndur Olsen og John Johannessen
Redaktørur: John Johannessen