Breddin

Breddin
28-05-2020
Hvussu nógv fara Føroyar at lata upp í morgin? Viðgerð av støðuni í Hong Kong og prát við Barbaru í Gongini

Nógv vantaðu, at tað fór at vera í dag, men seinnapartin kom teldupostur frá løgmanni, har hann boðar til tíðindafundar í morgin. Løgmaður fer at kunna um høvuðstættirnar í hjálparpakkar 3 og um hvussu tað verður latið meira upp í føroyska samfelagnum. Verður hetta seinasti tíðindafundurin og hvat fer løgmaður at siga?

Verða talufrælsið og onnur frælsisrættindi nú avmarkað í Hongkong? Ófriður er kyknaður aftur í Hongkong eftir at Kina hevur samtykt eina trygdarlóg, sum eitt nú loyvir kinesisku fregnartænastuni at handhevja lógina í Hongkong.

Í gjár bórust boðini um, at Barbara í Gongini hevur fingið gávufæ frá Statens Kunstfond í Danmark. Vit tosa við sniðgevan um kynspolitikk, burðardygd og hvat gávufæið skal brúkast til.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024