- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Broytingarnar í sjófeingislógini og lógaruppskotið um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum eru til 2.viðgerð í løgtinginum í morgin.
Skattalógin skal áseta serskatt á keyp og sølu av veiðirættindum. Í álitinum frá samgonguni í fíggjarnevndini stendur, at umframt vanliga skattin, skal ein serskattur uppá 50% takast av søluvinninginum tá eitt felag selur og 35% tá ein persónur selur. Tá eitt felag selur skal tað eisini sleppa at draga eina upphædd frá í skatti, sum svarar til 18% av nettovinninginum frá søluni.
Hitt lógaruppskotið, verður tað samtykt, hevur millum annað við sær, at endaligar avhendingar av veiðirættindum verða loyvdar.
- Ein skipan, sum saman við 12 ára rullandi loyvunum, sum var samtykt á jólum, endaliga einskilir fólksins ogn á sjónum, sigur andstøðan.
- Ein skipan, sum loksins gevur fiskivinnuni tryggar karmar, sigur samgongan.
Hoyr kjak millum Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi, og Christian Andreasen, formann í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.