- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Ósemja er í samgonguni um rættindi hjá børnum við samkyndum foreldrum.
Skal lógin broytast, so øll vera javnstillað? Ella skal lógin vera sum hon er nú, har børn fødd í samkyndum hjúnarbandi ikki hava somu rættindi sum børn fødd í hjúnarbandi við mammu og pápa.
Spurningurin er um hetta er eitt mál, sum kann skaka stevið hjá tí higartil rættiliga støðugu samgonguni.
Samstundis vísir ein spildurnýggj veljarakanning at samgongan missir meirilutan - serliga Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd - Javnaðarflokkurin hevur stóra framgongd.
Í útvarpsstovuni Bjarni Djurholm - fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin og Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi tingmaður, landsstýrismaður og løgmaður fyri Javnaðarflokkin.