- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Um alt gongur sum ætlað skulu privatu fyritøkurnar Smyril Line og Thetis yvirtaka koronakanningarnar frá Landssjúkrahúsinum - men er tað ein privat uppgáva?
Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri er i útvarpsstovuni.
Happing millum ung rakar hart - men nær er talan um lógarbrot og hvar gongur markið?
Vit tosa við ein sálarfrøðing og ein løgfrøðing um, hvat nívir mest tá tað kemur til happing millum ung og nær talan reelt er um brot á revsilógina
Danmark hevur sett nyggja kós á uttanríkispolitiska økinum - tað skal verða meira tengt at vesturlendskum virðum og evropeiskum samstarvi, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.
Samstundis sigur hann, at Føroyar, Grønland og Danmark í størri mun skulu vera sum ein eind og hava felags uttanríkistænastu.
Vit tosa við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum um, hvussu tað ávirkar Føroyar.
Luttakarar: Í Breddanum í dag vóru Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, Katrin av Kák, sálarfrøðingur, Katrin Thorsvig Hansen, løgfrøðingur og Steinar Eirikstoft, sjúkrahússtjóri
Seindinga gjørdu Sólvit Nólsø og Arnfríð Joensen Dahl
Marjun Dalsgaard var redaktørur.