- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fjórða hvør kvinna og tíggjundi hvør maður hevur upplivað, at starvsfelagi er farin um persónligu, kynsligu mørk teirra. Tað vísir ein Spyr.fo kanning, sum er gjørd fyri Breddan.
Onkur kallar tað fyri annað umfar av MeToo bylgjuni. Fyribrigdið, sum hevur sett dagsskránna í Danmark seinastu vikurnar. Tað byrjaði í sjónleikara- og miðlaverðini og spjaddi seg síðani til politisku verðina. Vit seta í dag sjóneykuna á føroyska arbeiðsmarknaðin og ágang av kynsligum slag.Onkur kallar tað fyri annað umfar av MeToo bylgjuni. Fyribrigdið, sum hevur sett dagsskránna í Danmark seinastu vikurnar. Tað byrjaði í sjónleikara- og miðlaverðini og spjaddi seg síðani til politisku verðina. Vit seta í dag sjóneykuna á føroyska arbeiðsmarknaðin og ágang av kynsligum slag.
Luttakarar: Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, Marita Rasmussen, stóri í Vinnuhúsinum, Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Suni Poulsen, sálarfrøðingur og Bjørt Lind sálarfrøðingur og sexologur.
Gjørt sendingina hava: Marjun Dalsgaard, Hallur av Rana og John Johannessen.
Redaktørur: John Johannessen.