Breddin

Kvinnurnar ráða fyri borgum í Hvannasundi
25-11-2020
Á kommunuvalinum fóru 61 prosent av atkvøðunum til kvinnur og er fýra út av fimm kommunustýrislimir kvinnur

80 prosent kvinnur og 20 prosent menn. 

Tað er ikki eitt býtið, ið er vanligt í føroyskum politikki, men tað er hagfrøðisligi veruleikin í Hvannasunds kommmumu.

Tí meðan tað gongur strilitið á fáa eina javnbjóðis kvinnuumboðan nógva staðni kring landið, so skilur Hvannasunds kommuna seg frá restina av landinum, sum ein kommuna, har kvinnur ráða.

Og tað hava tær gjørt í meira enn eitt áratíggjund nú. 

Veronika var tann fyrsta
1. januar 2009 gjørdist Veronika Petersen fyrsta kvinnan, sum tók við sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og síðan tá hava tað bara verið kvinnur, ið hava sitið á sessinum. 

Tí tá Veronika legði frá sær í 2010 tók Katrin Næs við. Tá Katrin Næs ikki stillaði upp aftur í 2016, tók Irdi Jacobsen við sessinum, og tá hon legði frá sær í 2019, tók Ingrid Petersen við kjansinum. 

Og tá nývalda bygdaráðið skipaði seg eftir kommunuvalið fyrr í mánaðinum, fall valið á Katrin Næs, ið sostatt fer undir sítt triðja skeið sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. 

Kvinnurnar í fremstu røð
Men tað eru ikki bara kommunalpolitikararnir, sum velja kvinnur í borgarstjórasessin, tí á kommunuvalinum góvu veljararnir í Hvannasunds kommunu kvinnum eina álítisváttan. Tær fýra kvinnurnar, sum stillaðu upp, endaðu nummar eitt, tvey, trý og fýra, og fingu tilsamans 61 prosent av atkvøðunum. 

Og so var einans eitt pláss eftir í kommunustýrinum til teir fimm mennirnar, sum stillaðu upp.

Sostatt gjørdist Hvannasunds kommuna einasta kommuna í landinum, har Demokratia mátti staðfesta, at javnstøða ikki var, tí kvinnur eru yvirumboðaðar. 

Men hvat er tað, sum ger, at Hvannasunds kommuna skilur seg so nógv frá restina av landinum í samband við kvinnuumboðan? Og hvat kann restin av landinum læra av Hvannasunds kommunu? 

Vit tosa við kommunalpolitikarar í Hvannasundi og forkvinnuna í Demokratia fyri at varpa ljós á hesar spurningar. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023
Vit spyrja heimspekingin Jógvan D. Hansen og Heina í Skorini, nær eitt mótálop er proportionelt rættvíst og um friður er at hóma
17-11-2023
Sjúkrarøktarfrøðingar hava hótt við at rýma úr fakinum og av landinum at arbeiða. Vit hyggja uppá semjuna og um hóttanin nú er av.
16-11-2023
Í Breddanum er politiskt kjak um framtíðina hjá KvF og landsstýrismaðurin í vinnumálum svarar uppá, hví hann letur tað upp til vinnunevndina at broyta tøkugjaldið
15-11-2023
Løgmaður hevur gjørt av, at vit skulu undir samráðingar við Russland um Barentshavið hóast hansara egni flokkur er ímóti tí.
14-11-2023
Umboð í vinnunevndini kjakast um tøkugjaldið og var trygdin í lagið, tá heilsumyndugleikarnar sendu viðkvæmar upplýsingar til fólk, sum tóku lut í kyksilvurkanningunum
10-11-2023
Eitt aðalmál hjá Tjóðveldi hevur verið at tryggja at fiskirættindi ikki vera avhendaði endaliga - men tað er júst tað, sum hendan samgongan ger, heldur búskaparfrøðingur
09-11-2023
Í 37 dagar hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfalli, men einki røkist fyri eini loysn.
08-11-2023
Tað skal loysa seg betur at arbeiða er yvirskriftin á skattaumleggingini
07-11-2023