- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum, tekur ikki undir við, at hybridbilar og plugin-hybridbilar skulu sleppa bíligari í skrásetingargjaldi og fáa meirvirðisgjald afturgoldið, fyri at stimbra grøna orkuskiftið.
Og teir vóru heldur ikki við í uppritinum, sum Helgi Abrahmsen legði fyri landsstýrið.
Men uppritið til uppskot bleiv broytt, so at hybrid og plug-in hybrid bilar blivu partur av tí, tá Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, yvirtók málið.
Óheppin støða
Helgi Abrahamsen ásannar, at tað er ein óheppin støða, at tveir landsstýrismenn føra hvør sína kós í umhvørvispolitikkinum, men vísir aftur uppáhaldum um, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir umhvørvispolitikkinum hjá landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin staðfestir, at málið nú er latið løgtinginum til støðutakan, men sjálvur er hann sannførdur um, at upprunauppskotið, sum var uttan hybrid og plug-in hybrid bilar, var betri.
3. viðgerð av uppskotinum verður í tinginum í morgin.