- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Landstingsval er í Grønlandi í dag. Tilsamans 41.041 fólk hava valrætt, og skulu tey velja 31 fólk í landstingið. 189 valevni bjóða seg fram.
Sjey flokkar eru at velja ímillum - teir eru Siumut, Inuit Ataqatiggit, Demokraatit, Naleraq, Nunatta Qitornai, Atassut og nýggi Samstarvsflokkurin Suleqatigiissitsisut, ið fyrstu ferð stillaði upp á landstingsvalinum í 2018.
Søguliga hevur Siumut sitið tungt á valdinum í Grønlandi. Síðani Grønland fekk heimastýri í 1979 hevur flokkurin staðið á odda fyri landsstýrinum og havt landsstýrisformannin øll árini, uttan tíðarskeiðið frá 2009 til 2013. Kim Kielsen hevur verið landsstýrisformaður síðani 2014.
Men í november í fjør var Kielsen koyrdur frá sum formaður fyri Siumut. Hann tapti stríðsvalið móti Erik Jensen, sum nú er formaður fyri Siumut. Kim Kielsen er tó framvegis landsstýrisformaður - og báðir stilla teir upp til landstingsvalið.
Stórsti avbjóðari til at taka valdið í Grønlandi eftir valið ídag er Inuit Ataqatiggit, eisini nevndur IA.
Við sínum átta tinglimum er IA í dag næststørsti flokkur í Grønlandi. IA hevur staðið seg væl í veljarakanningunum, og sambært tí nýggjastu fær hann 36 prosent av atkvøðunum og 12 tinglimir í landstingið. Harvið kann 34 ára gamli floksformaðurin, Múte Bourup Egede, gerast næsti landsstýrisformaður í Grønlandi.
Vit tosa við Alice Sørensen, útvarpsstjóra hjá grønlendska Kringvarpinum, KNR.
Kann og skal Havnin vaksa
Vit hava fólkavøkstur í Føroyum í hesum døgum. Tað hevur millum annað við sær, at bústaðarneyðin er stór. Fólkavøksturin merkist serliga í høvuðsstaðarøkinum og tørvur er á at víðka um býin.
Á býráðsfundi 25. mars varð samtykt at fara undir byggiverkætlanina Stórutjørn. Sambært gerðabókini hjá kommununi, liggur økið geografiskt væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Í kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu er Stóratjørn eitt av fleiri økjum, sum verður mett at hóska seg væl til býarvøkstur.
Vit tosa við Biritu Wardum, býararkitekt í Tórshavnar Kommunu; Trónd Sigurðsson, formann í byggi- & býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð og Sjúrð Hammer, lívfrøðing á Umhvørvisstovuni.
Korona felagsnevnari fyri gransking
Meira enn tvær milliónir krónur frá privatum fyritøkum komu eftir stuttari løtu inn í Granskingargrunnin á vári í fjør, tá korona fór at herja. Nakað, sum er rættiliga óvanligt í Føroyum. Men hvat kom burtur úr, og hvørja ávirkan hava privatir pengar á granskingina?
Ein teirra, ið fekk lut í koronu granskingarpengunum, var læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Millum annað fekk hann, saman við øðrum, pengar til at kanna smittutølini, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum. Sambært Marnar Fríðheim Kristiansen komu privatu pengarnir væl við.
Vit tosa við Anniku Sølvará, stjóra á Granskingarráðnum, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og granskara.
Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir, Arnfríð Joensen Dahl, John Johannessen og Jón Brian Hvidtfeldt.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.