Breddin

BREDDIN
22-04-2021
Ferð komin á koppseting og støðan í Strandferðsluni

Ferð er komin á koppsetingina. 5000 skamtar av koppingarevni komu til Føroya í gjárkvøldi, og í næstu viku koma aftur fleiri enn 5000 skamtar.

Hvat merkir tað fyri koppsetingarætlanina, og nær eru vit liðug at koppseta. Tað, og nógv annað, spyrja vit um í sendingini.

Strandferðsluflotin er gamal og slitin. Tað kom fram í stutt dokumentarinum "Rustaðu Milliónirnar", sum var sendur í Kringvarpinum týskvøldið.

Menningarleiðarin í Visit Faroe Islands sigur sína hugsan um týdningin av Strandferðsluni í samband við ferðavinnuna. Fyrrverandi stjóri heldur, at stovnurin skal gerast alment partafelag. Og politiskt kjak um Strandfaraskip Landsins er í útvarpsstovuni.

Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..

Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:

  • Sendingin er ikki frígivin enn.
    Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
    Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum.
  • Sendingin er tikin av heimasíðuni
    Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
    Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024