Breddin

Breddin: Bústaðir
21-10-2021
Málið um Bústaðir er fari frá at snúgva seg um starvsskipan til at fylla nógv tingsins røðarapalli

Ruðuleikin í Bústøðum fær ongan enda. 

Tað byrjaði við eini nýggjari starvsskipan fyri Bústaðir, og nú er rokið í Bústøðum komi á tingsins røðarapall.

Fyri eini viku síðani kom fram í Breddanum, at stýrisformaðurin í Bústøðum, Regin Hammer,  hevur sett Andras Róin til viks sum stjóra í Bústøðum og at ósemja valdar í stýrinum. Ein nýggj áseting í starvsskipanini fyri Bústaðir hevur við sær, at stjórin, Andras Róin, sleppur hvørki at tosa við miðlar ella annars at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer.

Dagin eftir at søgan um Bústaðir var í Breddanum, var Regin Hammer í Degi og Viku, har hann varð spurdur um nýggju starvsskipanina og um rokið í Bústøðum. Nakrar dagar seinni senda starvsfólkini í Bústøðum eina áheitan til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu.

Starvsfólkini skriva millum annað, at landsstýriskvinnan ikki skal seta nýggju reglurnar í gildið, har stjórin verður bundin niður í tøgn og ikki sleppur at úttala seg alment vegna Bústaðir, uttan at tað verður filtrera gjøgnum nevndarformannin. Tí tað er at taka álitið á stjóranum burtur og samstundis niðurgera hann sum stjóra og er við til at máa eldhuga hansara burtur.

Týsdagin var Regin Hammer aftur í Degi og Viku. Tað var í samband við eitt skriv frá stýrisformanninum til miðlarnar. Í skrivinum vísir hann á, at í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti gjaldføristrupulleikum.
- Í roknskapinum er ilt at fáa eyka á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, skrivar hann.

Og í gjár sendu stýrislimirnir Emmy Sandberg Joensen og Una Joensen eisini eitt tíðindaskriv til føroyskar miðlar. Tær taka her frástøðu frá tí, sum stýrisformaðurin hevur ført fram um Bústaðir.

Orðaskiftið í tinginum í gjár var heitt, og fleiri av munnligu fyrispurningunum snúðu seg um støðuna í Bústøðum. Har vóru fyrispurningar frá bæði andstøðu- og samgongutinglimum.

Í sendingini taka vit samanum málið um ruðuleikan í Bústøðum, vit tosað við politikarar og hoyra ljóðbrot úr tinginum. Eisini vitjar Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum og politiskur viðmerkjari, í útvarpsstovuni.

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024